Privatlívspolitikkur

Innleiðsla

Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari

Sp/f Kodio
Strandatún 1
490 Strendur

V-tal
612111
Telefon
76 50 00
Teldupostur
kodio@kodio.fo

Sløg av upplýsingum

  • Fult navn
  • Teldupostur
  • Persónsmynd

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?

Tá ið tú ritar inn á skipanina verður hetta gjørt umvegis Clerk. Clerk er ein fyritøka, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Clerk kanst tú lesa her:https://clerk.com/legal/privacy

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Vit goyma persónupplýsingar um teg, so leingi hetta er neyðugt til at røkja endamálið við viðgerðini av teimum. Tú kanst altíð strikað títt hald og tá verða tínir persónsupplýsingar somuleiðis strikaðir av skipanini. Hevur tú tørv á hjálp til at fáa strikað títt hald, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Tú hevur sambært dátuverndarlógini nøkur rættindi í samband við viðgerina av tínum persónupplýsingum. Rættindini merkja m.a., at tú kanst fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hafa um teg, og at tú undir ávísum treytum kanst fáa upplýsingarnar strikaðar.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær tilgdpr@kodio.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi, umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál v.m.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein í ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rætturin til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki meinar eru rættar.

Rætturin til striking

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur, av tí at ávísar persónupplýsingar ikki kunnu strikast orsaka av aðrari lóggeving, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær eru nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær er skerd.

Rætturin til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á gdpr@kodio.fo.

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Sambandsupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her:https://dat.fo.

Flobo